18.04.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Krabbameinsfelagið vitjar landsstýriskvinnuna

Krabbameinsfelagið vitjar landsstýriskvinnuna

Í gjár vitjaði Krabbameinsfelagið Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum.

Endamálið við vitjanini var at kunna landsstýriskvinnuna um virksemið hjá felagnum og at umrøða tilmælir í krabbameinsætlanini frá í fjør, sum umfatar málsøkir, sum landsstýriskvinnan varðar av.

Eg fegnins veruliga um, at verða kunnað um tilmælini, ikki minst ásannandi, at krabbamein so sanniliga hevur sosialar avleiðingar", sigur landsstýriskvinnan at enda.

Á myndini:
Jancy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, landsstýriskvinnan Sirið Stenberg og Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.