26.01.2024 · Almanna- og mentamálaráðið

Kunngerðir á bókasavnsøkinum sendar til hoyringar

Kunngerðir á bókasavnsøkinum sendar til hoyringar

Almanna- og mentamálaráðið hevur sent fýra uppskot til kunngerðir á bókasavnsøkinum til hoyringar.

Kunngerðirnar eru gjørdar við heimild í bókasavnslógini, sum kom í gildi 1. januar 2024. Talan er um uppskot til tær kunngerðir, ið landsstýriskvinnan í mentamálum varðar av, nevniliga kunngerð um bókasavnsgjald, kunngerð um skylduavhending, kunngerð um bókasavnsráð og kunngerð um stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum.

  • Við nýggju kunngerðunum fæst bókasavnslógin at virka eftir ætlan. Tørvur hevur verið á dagføringum, serliga á ljóðbókaøkinum og at tryggja rithøvundum bókasavnsgjald fyri føroyskar ljóðbøkur og e-bøkur, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

Við kunngerð um býtið av bókasavnsgjaldinum  verður galdandi reglugerð um býtið av bókasavnsgjaldinum dagført samsvarandi nýggju bókasavnslógini. Bókasavnsgjald verður nú rindað fyri ljóðbøkur og e-bøkur, ið eru til láns á netinum og fyri listaverk, ið eru til láns á bókasøvnunum.

Kunngerðin um bókasavnráð er nýggj. Sambært nýggju bókasavnslógini setur landsstýrisfólkið eitt bókasavnsráð, ið skal ráðgeva politisku skipanini í bókasavnspolitiskum og bókasavnsfakligum málum og at gera tilmæli um menning og samskipan av bókasøvnunum. Endamálið er at tryggja dygd og menning á bókasavnsøkinum. Sambært uppskotinum setur landsstýrisfólkið bókasavnsráðið við breiðari umboðan frá eitt nú landi, kommunum, stovnum, skúlum og fakfólkum á bókasavnsøkinum. Ráðið verður sett eftir tilmæli frá viðkomandi myndugleikum, stovnum og feløgum.

Kunngerð um um stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum ásetur neyvari treytir fyri stuðlinum til fólkabókasøvn. Sambært kunngerðini kann stuðulin verða latin til menning av fólkabókasavnstænastum, harundir skipan av samstarvi millum fólkabókasøvn um bókasavnstænastur og til keyp og menning av tilfari og tænastum.

Kunngerð um skylduavhending er ein dagføring av galdandi kunngerð um skylduavhending. Kunngerðin hevur nærri ásetingar um avhending av talgildum verkum.

Hoyringarfreistin er sett til 26. februar.