
Fyrstu kunngerðirnar sambært nýggju lógini um almannatrygd og tænastur eru sendar til hoyringar.
Um ársskiftið kemur lóg um almannatrygd og tænastur í gildi, og í hesum sambandi er Almannamálaráðið farið undir tilgongdina at orða kunngerðir.
Tær fyrstu kunngerðirnar eru sendar til hoyringar og freistin at svara er 26. november.
Kunngerðirnar verða eisini lagdar á hoyringarportalin hjá landsstýrinum, har øll við áhuga kunnu koma við viðmerkingum.
Lóg um almannatrygd og tænastur, sum avloysir gomlu forsorgarlógina, varð einmælt samtykt í løgtinginum í vár, og kemur í gildi 1. januar 2021.
Uppskotini til nýggju kunngerðirnar síggjast her.