
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum hevði fyrr í vikuni vitjan av Mimi Karlsen, grønlendskur ráðharri í familju-, menta-, kirkju- og javnstøðumálum. Talan var um ein óformligan fund, har partarnir kunnaðu hvønn annan um sosialu viðurskifti í báðum londunum. Fundurin gav Rósu Samuelsen eitt gott innlit í sosiala økið í Grønlandi.
- Á fleiri økjum eru Føroyar og Grønland ólík, men tað eru kortini fleiri viðurskifti, har vit kunnu læra nógv av hvørjum øðrum. Grønland hevur somu trupulleikar sum vit, tá ið tað kemur til viðgerðartilboð. Men heldur enn at senda børn til Danmarkar í stríðum streymi, royna grønlendskir myndugleikar nú at menna síni egnu tilboð, so børnini verða verandi í Grønlandi. Tað sama royna vit at gera í Føroyum, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Grønlendski ráðharrin greiddi eisini frá, at Grønland ætlar í framtíðini at varpa meira ljós á rættindi hjá børnum. Millum annað verður eitt barnaráð og ein barnaumboðsmaður sett á stovn. Tá ið tað kemur til økið børn og ung, verður í Grønlandi stórur dentur lagdur á at finna og greina atferðartrupul børn á ungum aldri, áðrenn trupulleikar gerast ov stórir.
- Eg beit serliga merki í, at grønlendingar hava í hyggju at byggja eitt viðgerðarstað til familjur, so tað bæði er møguligt at seta inn tíðliga og at foreldrini samstundis læra hvør teirra uppgáva er. Eisini er ætlanin, at ein serlig fyriskipan er bygd upp til ung, sum skal tryggja teimum hjálp til bæði útbúgving og arbeiði, vísir Rósa Samuelsen á.
Mimi Karlsen steðgar í Føroyum í tveir dagar, og hon fer av landinum aftur í dag.