24.11.2015 · Almanna- og mentamálaráðið

Kvøldseta um harðskap móti kvinnum

Kvøldseta um harðskap móti kvinnum

Livandi tónleikur og framløgur eru á skránni á kvøldsetu, sum Amnesty International, Kvinnuhúsið og Almannamálaráðið skipa fyri mikukvøldið 25. november.

Tiltakið er klokkan 20.00

25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Endamálið við degnum er at varpa ljós á, at harðskapur móti kvinnum er ein heimsumfatandi trupulleiki.

Eisini í Føroyum fara vit at varpa ljós á henda trupulleika. Tí eisini í Føroyum eru kvinnur fyri harðskapi.

Tey, sum taka lut eru:

  • Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum, sum fer at greiða frá virkseminum í Kvinnuhúsinum, sum fyllir 25 ár í ár.

  • Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer at tosa um ætlanirnar hjá samgonguni í sambandi við harðskap í parløgum og nærsambondum, og

  • Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fer at tosa um næstu stigini í arbeiðinum at basa harðskapi í parløgum og nærsambondum.

Harumframt fer Lena Anderssen at framføra nøkur løg.

Kvøldsetan er í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn kl. 20.00, og hon er almenn og ókeypis.

Umframt livandi tónleik og framløgur bjóða vit kaffi og okkurt afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

     

Vit liva í einum heimi, har í minsta lagi triðja hvør kvinna onkuntíð í sínum lívi hevur upplivað at blíva bukað, tvingað til kynsliga samveru ella á annan hátt misnýtt. Og í vesturheiminum er talið 23%. Altso ímillum fjórða og fimta hvør kvinna.

Evroparáðið hevur staðfest, at harðskapur heima við hús er høvuðsatvoldin til, at kvinnur millum 16 og 44 ár doyggja ella fáa varandi mein. Fleiri kvinnur doyggja sostatt av harðskapi, enn av krabbameini ella ferðsluvanlukku. Sambært WHO eru næstan 70% av myrdum kvinnum dripnar av sínum sambúgvum.

Hesi hagtøl eru bara toppurin av ísfjallinum.