Landsstýriskvinnan á kunningarfundi við arbeiðsgevarar í Suðuroy
Rúmligi arbeiðsmarknaðurin var til umrøðu, tá Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, saman við umboðum fyri Almannaverkinum og Vinnuhúsinum hitti arbeiðsgevarar á Seglloftinum á Tvøroyri í dag.
Varðin Pelagic var vertur fyri væl eydnaða fundinum, sum tók støði í nýggju amboðunum í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum kom í gildi um ársskiftið. Eftir framløgur frá landsstýriskvinnuni, Almannaverkinum og Søren Bruhn, stjóra í Suðuroyar Sparikassa, skiftu fundarfólkini orð um tær royndir arbeiðsgevararnir høvdu við at hava fólk í arbeiði, sum eri í fyriskipan hjá Almannaverkinum.
Fundurin á Seglloftinum í dag var hin fyrsti av ætlandi fleiri fundum millum landsstýriskvinnuna og arbeiðsgevarar kring landið. Endamálið við fundarrøðini er at kunna vinnufyritøkurnar um nýggju møguleikarnar í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk og um týdningin at fáa fólk, ið av ymiskum orsøkum eru endaði uttan fyri arbeiðsmarknaðin, í arbeiði aftur skjótast gjørligt.