26.01.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Landsstýriskvinnan til formansfundin hjá Landsfelag pensjónista

Landsstýriskvinnan til formansfundin hjá Landsfelag pensjónista

Týsdagin í hesi vikuni var fundur millum tey 16  eldra- og pensjónistafeløg í Føroyum, umframt nevndarlimirnir í Landsfelag pensjónista.

Á fundinum greiddi Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum frá, um ætlanir hjá landsstýrinum innan pensjónista- og eldraøkið.

Landsstýriskvinnan greiddi m.a. frá teimum málum, ið samgongan hevur sett sær fyri at loysa komandi árini, eitt nú fer landsstýriskvinnan at hyggja eftir mótrokningini hjá pensjónistum og eftirmetingini av lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m.