18.12.2009 · Almanna- og mentamálaráðið
Landsstýriskvinnan valt limir til kærunevndina í Almanna- og Heilsumálum
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur gjørt av at endurvelja allar limirnar og varalimirnar, sum í dag mynda kærunevndina. Limirnir, sum nú eru afturvaldir, eru:
Sigmund Poulsen, advokat og formaður í nevndini, Annilka Olsen, kommunulækni og Karin Kjølbro, sosialráðgevi.
Sum varalimir eru valdir Annfinn V. Hansen, advokatur, Kári Rasmussen, kommunulækni og Eliesar E. Jacobsen, sosialráðgevi.
Valskeiðið hjá kærunevndini í almanna- og heilsumálum er úti við árslok í ár og skuldi nevndin tí veljast av nýggjum fyri tíðarskeiðið 1. januar 2010 til 31. desember 2013.