
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum luttók á fyrsta norðurlendska ráðharrafundinum, MR-K, sum varð hildin undir stásiligum umstøðum á tjóðbókasavninum í Helsinki. Á fundinum varð serliga tosað um tilbúgving og verju av mentan og mentanararvi í kreppustøðum, og hvussu norðurlond kunnu samstarva um hetta – serliga við atliti at førleikamenning og útbúgving, tá ið tað kemur til tilbúgving, og hvussu londini arbeiða við UNESCO sáttmálanum um verju av mentanarvirðum.
Landsstýrismaðurin vísti á, at alt, ið lond gera til tess at styrkja mentan, list og mál, styrkir tjóðarsamleikan og fólkið í einum landi.
Hetta er nakað, ið danski mentamálaráðharrin í skrivi til norðurlendsku mentamálaráðharrarnar hevur skotið upp, og sum allir ráðharrarnir tóku undir við. Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at tað er av týdningi, at norðurlendskt public service tilfar verður týtt til tey smærru málini í norðurlondum.”