02.02.2022 · Almanna- og mentamálaráðið

Landsstýrismaðurin havt fund við stýrið fyri Bústaðir

Landsstýrismaðurin havt fund við stýrið fyri Bústaðir

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum hevur í dag havt fund við umboð fyri stýrið og stjórn í Bústaðum.

Á fundinum varð m.a. umrøtt, hvussu tær 200 mió. kr., ið eru settar av til íbúðarverkætlanir til serliga málbólkar, skulu brúkast. Ætlanin er, at Bústaðir m.a. skal brúka av teimum 200 mió. kr. til at byggja bústaðir til fólk við serligum tørvi, og landsstýrismaðurin ynskir at meira ferð nú kemur á hesar ætlanir.

Hetta var samstundis fyrsti fundur, har nýtilnevndi stýrislimurin Hans Jákup Drangastein Johansen var við.

Landsstýrismaðurin hevur tilnevnt Hans Jákup í stýrið fyri Tom Silvurdal, sum herfyri valdi at siga stýrissessin frá sær.

Hans Jákup Drangastein Johansen, sum býr á Eiði, hevur útbúgving innan búskaparfrøði og leiðslu og hann hevur drúgvar royndir úr fíggjar- og byggivinnuni. Árini 2009-2021 sat hann í Eiðis bygdaráð, øll árini sum varaborgarstjóri. Hans Jákup starvast nú sum fíggjarstjóri hjá NEMA.

Myndatekstur: Sólvit E. Nalsø, landsstýrismaður, Anna Maria Joensen, stýrisforkvinna, Emmy Joensen, Una Joensen og Hans Jákup Drangastein Johansen, stýrislimir. Regin D. Hammer stýrislimur vantar á myndini