Landsstýrismaðurin kunnaði seg um Krígssavnið
Á vitjan á Krígssavninum mikudagin kunnaði Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, seg um útbygging og umvæling av søguliga SOR-bygninginum hjá Krígssavninum við flogvøllin í Vágum.
Útbyggingin fevnir um tvær barakkir, ið hava sama skap sum tær upprunaligu barakkirnar, sum bretar bygdu undir seinna heimsbardaga. Útbyggingin fer at geva Krígssavninum góðar umstøður at miðla hetta týdningarmikla tíðarskeið í Føroya søgu.
Undir seinna heimsbardaga var SOR-bygningurin miðstøð fyri innsavnan av upplýsingum um hernaðarligu støðuna við Føroyar og á havleiðunum kring Føroyar. Í SOR-bygninginum fylgdi bretska hervaldið neyvt við skipum og flogførum á leiðunum í Norðuratlantshavi.
Kríggið hevði stórt árin á føroyska samfelagið og á fólkið í Føroyum. Hóast bretska hersetingin av Føroyum var ein “vinarlig herseting”, so vóru krígsárini ein ótrygg tíð, ið hevur sett djúp spor eftir seg. Nógvar familjur mistu menn og synir við skipum, ið vórðu søkt undir krígnum.
Vestara barakkin verður liðug í januar 2026, og tá er ætlanin at fara undir eystaru barakkina. Tá umvælingin og útbyggingin av barakkunum er liðug er ætlanin at fara undir at gera eina nýggja framsýning, so at tey vitjandi kunnu fáa eina livandi uppliving av bretsku hersetingini og hesum søguliga tíðarskeiði í Føroyum.
Á Krígssavninum hitti landsstýrismaðurin umboð fyri savnið. Á myndini frá vinstru: Jón S. Hansen, Klæmint Weihe, Marna Jacobsen, Eirikur í Jákupsstovu, Magni Arge, Fróði Poulsen og Erling Isholm.