15.08.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Landsstýrismaðurin vitjað Javna

Landsstýrismaðurin vitjað Javna

Í góðveðrinum í gjár var landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, á gátt í hølunum hjá Javna.

Undir vitjanini greiddi Javni frá sínum virksemi og støðuni hjá sínum málbólki, og landsstýrismaðurin fekk høvi til at greiða frá sínum framtíðarætlanum á økinum.

Javni er áhugafelag fyri fólk við menningartarni og familjum teirra. Endamálið hjá Javna er at virka fyri javnrættindum til øll við menningartarni í føroyska samfelagnum.

Á myndini er nevndin og starvsfólk hjá Javna.