03.03.2022 · Almanna- og mentamálaráðið

Landsstýrismaðurin vitjar á Dugna

Landsstýrismaðurin vitjar á Dugna
1 / 5

Í dag hevði Dugni boðið Sólvit E. Nolsø, landsstýrismanni í almannamálum á vitjan, har tey greiddu frá virksemi teirra.

Dugni hevur til endamáls at skipa fyri arbeiðsvenjing og endurbúgving. Málbólkurin eru borgarar í Føroyum, ið hava torført við at fáa, ella at varðveita arbeiði.

Vit kenna væl fleiri av teimum vælvirkandi tilboðum, ið Dugni hevur bygt upp kring landið: Skúlan við Áir, verkstøð og handlar, á Kambsdali, í Klaksvík, í Suðuroynni og eisini á Hjalla í Havn, har landsstýrismaðurin vitjaði í dag.

Á hesum støðum fáa borgarar roynt síni arbeiðsevnir ella skúla seg, so tey kunna gerast sjálvbjargin og partur av arbeiðs- og útbúgvingarøkinum.

Tað var hugaligt, áhugavert og kveikjandi at vitja Dugna, at fáa heilsa uppá og sæð bæði karmar og tað fjølbroytta virksemið, sum verður lagt fyri dagin. Tað er mín greiða fatan, at her verður løgd orka í frá øllum pørtum og væl liggur eftir,

sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum.