04.02.2022 · Almanna- og mentamálaráðið

Landsstýrismaðurin vitjar Kommunufelagið

Landsstýrismaðurin vitjar Kommunufelagið

Landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, hevur í dag verið á fundi við Kommunufelagið. Við á fundinum vóru Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum og Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Kommunufelagnum.

Partarnir nýttu høvið til at umrøða eftirmetingina av eldraøkinum og hvussu farast skal fram fyri at fremja nøkur av tilmælunum frá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt eftirmetingina.

Semja var m.a. um at hyggjast skal upp á ansingarsamsýningina og gjøldini fyri búpláss, umlætting og heimatænastu.

Partarnir eru samdir um at fara undir hetta arbeiðið beinanvegin.