Nú er nóg mikið tosað um at flyta eldrarøktina til kommunurnar. Tíðin er búgvin til at fremja ætlanina í verki. Hetta var greiði boðskapurin hjá Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, undir fyrstu viðgerð av málinum um at flyta eldraøkið út til kommunurnar í løgtinginum í gjár.
-Núverandi skipan á eldraøkinum hevur fleiri lýtir. Eitt nú mugu vit ongantíð ov skjótt fáa eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýtið á økinum. Fyri at fáa eina so góða og gjøgnumskygda tænastu á eldraøkinum sum gjørligt, er neyðugt, at tænastan verður kjølfest so nær borgaranum sum til ber. Tí skulu kommunurnar umsita eldrarøktina framyvir, heldur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Landsstýriskvinnan í almannamálum er av teirri sannføring, at so skjótt sum avgerðin um kommunusamanlegging er tikin, eigur arbeiðið við at samskipa eldrarøktina innan nýggju kommunueindirnar at fara í gongd. Næsta stigið verður at gera eina rammulóg fyri eldrarøktina, sum eitt nú skal áseta, hvørji rættindi einstaki eldri borgarin hevur og hvørjar skyldur kommunurnar hava.
- Nýggja rammulógin skal eisini tryggja, at kommunurnar varðveita kommunala frælsið til at skipa eldrarøktina eftir egnari sannføring og í tráð við staðbundna siðvenju. Tað er rættiliga týdningarmikið, at kommunurnar fáa møguleikan at royna nýggjar leiðir innan eldrarøktina, eitt nú við øðrvísi loysnum á eldrabústaðarøkinum, vísir Rósa Samuelsen á.
Eftir ætlan verður eldrarøktin lagt til kommunurnar at umsita tann 1.januar 2014.