13.11.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

List við í byggiverkætlanum hjá landinum

List við í byggiverkætlanum hjá landinum

List við í byggiverkætlanum hjá landinum

Stjórnarráðini og stovnar undir landinum fáa nú fráboðan frá Almanna- og mentamálaráðnum um, at rundskriv um listprýðing av byggiverkætlanum hjá landinum verður sett í gildi.

 

Endamálið við rundskrivinum er at skipa listprýðing í byggiverkætlanum hjá landinum, so at listprýðing og byggilist verða hugsað sum ein heild, og at ein partur av byggikostnaðinum verður settur av til list frá byrjan av verkætlanini. 

Skipan av listprýðing í almennum byggiverkætlanum var eitt av málunum í samgonguskjalinum, og eg fegnist tí um at vit eru komin á mál við hesum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Tað hevur higartil verið tilvildarligt, hvussu nógv hevur verið sett av til listprýðing í byggiverkætlanum hjá landinum. Tað hevur tí leingi verið eitt ynski at fáa skipaðar reglur um listprýðing á nakað sama hátt sum í Íslandi, Noregi og Danmark.

Listprýðing í bygningum er við til at skapa góðar karmar um trivnað, heilsu, arbeiði og læring hjá teimum, ið brúka bygningin. Eitt nú vísa kanningar, at list á sjúkrahúsum og ellisheimum er við til at bøta um heilsustøðuna hjá sjúklingum. Eisini á arbeiðsplássum og skúlum er list við til at økja um og stuðla avriki og trivnaði.

 Sambært rundskrivinum skulu byggiverkætlanir hjá landinum, herundir bygningar, skip og aðrar byggiverkætlanir, har samlaði kostnaðurin fyri byggiverkætlanina er 20 mió. kr. ella hægri, og sum almenningurin hevur atgongd til, listprýðast. Rundskrivið verður galdandi fyri bæði nýbygging og størri umvælingarverkætlanir, og rundskrivið verður eisini galdandi fyri listprýðing í eldri bygningum, verður avgerð tikin um at listprýða teir.

Byggiverkætlanir, ið eru gjørdar til fyribils brúk, bygningar, skip og onnur verkløg, sum ikki eru í regluligum brúki hjá fólki, goymslubygningar, og aðrar líknandi byggiverkætlanir, eins og bygningar hjá landinum, ið hýsa bústøðum, eru undantiknar ásetingunum í rundskrivinum.

Listprýðingar av almennum byggiverkætlanum fara sum meginregla at kosta 1,5 % av handverkaraútreiðslunum í einstøku byggiverkætlanini. Er talan um byggiverkætlan til 100 mió. kr., eru handverkaraútreiðslurnar umleið 80 mió. kr. Tá skulu sum meginregla 1,2 mió. kr. setast av til listprýðing.

Umsitingin av skipanini verður løgd til Listasavn Føroya. Listasavnið skal eitt nú ráðgeva byggiánarum um listprýðing og hava skráseting av listprýðingum hjá landinum um hendi.

Nýggju reglurnar um listprýðing av byggiverkætlanum hjá landinum koma í gildi 1. juli 2026.

Rundskrivið sæst her.