Í spurninginum um, hvussu vit í framtíðini fara at byggja bústaðir til okkara eldru, eru vit á einum vegamóti. Einum vegamóti, ið snýr seg um virðir og hugburð á eldraøkinum.
-Seinastu mongu árini hevur ov stórur dentur verið lagdur á formliga partin. Størsti partur av tíðini og orkuni er farin til at umrøða mannagongdir, rakstur, tænastustøði og effektivitet, meðan nærveran, samveran og trivnaðurin hjá tí einstaka hevur verið í aðru røð, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Henda hugburð vil landsstýriskvinnan broyta, tí lívsgóðskan og trivnaðurin hjá tí einstaka eigur at vera hornasteinurin. Eisini tá ið vit byggja bústaðir til okkara eldra ættarlið.
- Okkara greiða mál eigur at vera at gera bústaðirnar so heimligar og hugnaligar sum gjørligt. Vit eiga at fara frá at hava bústaðir, sum líkjast stirvnum sjúkrahúsgongdum, og heldur leggja doyðin á gott ljós, góð ljóðviðurskifti , heitar litir og fleiri spennandi og fjølbroytt rúm, so vit tryggja teimum eldru ein bústað at húsast í, sum veruliga er eitt heim, vísir landsstýriskvinnan á.
Rósa Samuelsen heldur tað er umráðandi, at tey eldru liva sum longst við egi lív. Hetta merkir, at umstøðurnar verða tillagaðar við tí fyri eyga, at trivnaðurin og lívsgleðin eru í hásæti, uttan mun til, hvar tú býrt. Landsstýriskvinnan ásannar kortini, at tað er eingin løtt loysn at fáa broytt hugburðin í sambandi við bústaðarbygging til tey eldru. Kortini er neyðugt at skunda undir tilgongdina.
-Ein møguleiki er, at arkitektar og byggiharrar tosa nærri saman um samspæli millum innrætting og trivnað, áðrenn farið verður undir byggingina. Eisini er skilagott at hava okkara mentan, søgu og samleika í huganum. Fysisisku karmarnir hava stóran týdning fyri trivnaðin og lívsgóðskuna, og tí er neyðugt at umrøða gjølla, hvussu bygt verður, og hvar bygningurin skal byggjast, sigur Rósa Samuelsen.
Í dag eru 14 røktarheim og sambýli í Føroyum, ið húsa í alt 388 búplássum. Komandi árini verða bygd fleiri røktarheim og sambýli, og væntandi verða í alt 500 búpláss í 2015.