
Í nógv ár hevur verið tørvur á at dagføra løgtingsvallógina og kommunuvalógina. Í hesum sambandi eru tvey lógaruppskot send í almenna hoyring: «Uppskot til løgtingslóg um val til Løgtingið» og «Uppskot til løgtingslóg um val til kommunur».
Í uppskotunum verður m.a. minsta stødd av valstaði hækkað til 100 veljarar, fyri at tryggja grundleggjandi rættin til at atkvøða loyniligt. Samstundis verður rætturin til at greiða brævatkvøðu víðkaður eins og brævatkvøður sambært uppskotinum telja við, um tær eru komanar á valstaðið áðrenn atkvøðugreiðslan er endað.
Galdandi løgtings- og kommunuvallógir hava sera ymiskan bygnað, sum gera tær sera tungar at umsita. Endamálið við lógaruppskotunum er fyrst og fremst at dagføra lógirnar, soleiðis at tær bygnaðarliga líkjast meiri hvørji aðrari og verða lættari at skilja og umsita. Samstundis verða fleiri av ásetingunum í lógunum dagførdar og tillagaðar – bæði málsliga, innihaldsliga og tøkniliga.
Freistin fyri at gera viðmerkingar inn til lógaruppskotini er mánadagin 26. januar 2015. Skipað verður fyri almennum hoyringsfund um miðan januar 2015. Nærri upplýsingar um hetta kemur seinni.
Lógaruppskotini við fylgiskjølum, har galdandi orðingar eru samanbornar við uppskotum til broytingar, eru tøk her.