
Í morgin fær lógin um almannatrygd og tænastur fyrstu viðgerð í løgtinginum. Lógin er partur av einum lógarpakka við fimm lógarupskotum.
Meginreglan er, at støði verður tikið í tí einstaka; hvat hesin megnar, tørvar og ynskir í mun til støðuna, sum hann er í. Tænasturnar skulu veitast saman við borgaranum, heldur enn fyri borgaran.
Stórur dentur verður lagdur á at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og at borgarin hevur ávirkan á egin viðurskifti. Hóast fyribils ella varandi brek, skal bera til at liva eitt so vanligt lív, sum gjørligt.
Lógin um almannatrygd og tænastur kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960’unum, og hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki longur tíðarhóskandi í einum framkomnum føroyskum samfelag.
Lóg um almannatrygd og tænastur er fyrsta mál á skránni á løgtingsfundinum, sum verður settur klokkan 10 í morgin.