Almannamálaráðið sendi í farnu viku lógaruppskot um broyting í forsorgarlógini til hoyringar. Uppskotið leggur upp til, at heimild verður fyri, at heimahjálparar setast til at hjálpa til í heiminum á eldrasambýlum og á røktarheimum. Hetta merkir, at treytin fyri, at heimahjálparar kunnu arbeiða á røktarheimum er, at røktarheimsraksturin og heimarøktin er sameint við lóg, verður strikað.
Sbrt. § 32a í forsorgarlógini um heimahjálparaskipanina er ásett, at heimahjálparaskipanin er partur av Heimarøktarskipanini, og at heimahjálparar kunnu setast til at hjálpa til í heimum og eldrasambýlum. Somuleiðis kunnu heimahjálparar setast at hjálpa til á røktarheimum, sum við lóg sameina røktarheimsrakstur og heimarøkt. Í løtuni er tað bert í eldrarøktini á Sandoynni, at røktarheimsrakstur og heimarøkt við lóg er sameint.
Skal heimarøktaraskipanin gerast smidligari, her undir m.a. at sameina raksturin, soleiðis, at heimahjálparar eisini skulu arbeiða inni á røktarheimum, eldrasambýlum og í heimunum, er neyðugt at broyta ásetingarnar í § 32a í forsorgarlógini.
Freist at senda Almannamálaráðnum viðmerkingar til uppskotið er í seinasta lagi 30. mars.
Sí uppskotið: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (finnist ikki í skipanini)