Hervið verður uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg sent til ummælis. Endamálið við lógarbroytingini er at gera Heimarøktarskipanina smidligari.
Sbrt. § 32a í forsorgarlógini er ásett, at heimahjálparaskipanin er partur av Heimarøktarskipanini, og at heimahjálparar kunnu setast at hjálpa til í heimum og eldrasambýlum. Somuleiðis kunnu heimahjálparar setast at hjálpa til á røktarheimum, sum við lóg sameina røktarheimsrakstur og heimarøkt.
Í løtuni er tað bert í eldrarøktini á Sandoynni, at røktarheimsrakstur og heimarøkt við lóg eru sameind.
Skal heimarøktaraskipanin gerast smidligari, her undir m.a. at sameina raksturin, soleiðis, at heimahjálparar eisini skulu arbeiða inni á røktarheimum, eldrasambýlum og í heimum, er neyðugt at broyta ásetingarnar í § 32a í forsorgarlógini.
Lógaruppskot heimilar at heimahjálparar setast at hjálpa til í heimum, á eldrasambýlum og á røktarheimum. Treytin, at heimahjálparar bert kunnu arbeiða á røktarheimum um røktarheimsraksturin og heimarøktin eru sameind við lóg, verður harvið strikað.
Uppskotið varð lagt fram í vár, men var ikki liðugt viðgjørt áðrenn tingsetan endaði á Ólavsøku. Landsstýriskvinnan ætlar nú at leggja uppskotið fram aftur. Almannamálaráðið heitir á hoyringspartarnar um skjótast til ber og í seinasta lagi 16. september kl. 12 at senda Almannamálaráðnum viðmerkingar til uppskotið.
Uppskotið kann takast niður her