20.11.2013 · Almanna- og mentamálaráðið

Lógaruppskot um útlegging av eldraøkinum send í almenna hoyring

Í samband við at samgongan hevur sett sær sum mál, at eldraøkið skal leggjast til kommunurnar at umsita 1. januar 2015 eru gjørd tvey lógaruppskot – "Uppskot til løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum" og "Uppskot til løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.", sum eru send avvarðandi pørtum til ummælis.

Freistin at gera viðmerkingar er 3. desember 2013. Sí uppskotini við fylgiskjølum her