Lógin um almannatrygd og tænastur fer at gera tað lættari at vera familja við børnum, sum bera brek

Tað kann vera ein stór avbjóðing hjá familjum at fáa barn, sum ber brek ella hevur varandi sjúku. Tilveran kann broytast munandi meira enn hjá øðrum familjum, og tað er vanligt, at nógv tíð og orka verður brúkt at stríðast fyri, at barnið fær neyðuga hjálp.
Nýggja lógin um almannatrygd og tænastur fevnir um eina røða av amboðum, sum eru ætlað til at gera tað lættari at vera familja við barni, sum ber brek ella hevur varandi sjúku.
Uppskotið áleggur Almannaverkinum eina serliga skyldu at veita hesum foreldrum skjóta ráðgeving, og sum nakað nýtt verður eisini heimild til at veita heimaráðgeving, sum skal stuðla undir, at familjan klárar avbjóðingar í gerandisdegnum.
Foreldur við børnum, ið bera brek ella hava varandi sjúku, kunnu í dag fáa endurgjald fyri mista inntøku, um sjúkan ella brekið hevur við sær, at tað ikki ber til at arbeiða, ella at neyðugt er at arbeiða minni. Hægst møguliga endurgjaldið hækkar við uml. 2.700 kr. um mánaðin, úr umleið 22.300 kr. upp til 25.000 kr. um mánaðin.
Skipanin við Hjálparráðum verður meira smidlig fyri at gera tað lættari hjá familjuni at varðveita sambandi við barnið, sum flytur í bústað hjá Almannaverkinum. Møguleiki verður nú í ávísum førum at varðveita hjálpartól í heiminum soleiðis, at barnið kann koma heim aftur á vitjan.
Eisini eru krøvini til at søkja um fíggjarligan stuðul til leypandi meirútreiðslur á hvørjum ári linkaði í tann mun at talan er um varandi og støðugan tørv.
Almannaverkið fær harumframt eisini skyldu til at samskipa og samstarva við aðrar myndugleikar, sum veita hjálp.