24.04.2013 · Almanna- og mentamálaráðið

Mál- og avrikssáttmáli undirskrivaður við Dugna

Dugni og Almannamálaráðið undirskrivaðu herfyri mál- og avrikssáttmála. Endamálið við avrikssáttmálanum er at:

- veita borgarunum best møguliga tænastu
- gagnnýta tilfeingið á stovninum á bestan hátt sambært endamálinum
- tryggja samsvar millum politisk ynskir og uppgávur, sum stovnurin útinnir

Avrikssáttmálin snýr seg um tann partin av virkseminum hjá Dugna, sum er játtað á fíggjarlógini.

Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir, og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so vinnutarnað aftur kunna fara til arbeiðis.

Tilboðini eru til fólk, ið vegna vinnutarn ikki megna at fáa ella at varðveita eitt arbeiði á arbeiðs-marknaðinum. Starvsfólkini arbeiða miðvíst saman við næminginum at finna og menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum at arbeiða.

Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært Roknskaparkunngerðini frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið.

Avrikssáttmálin kann lesast her