
Almannaverkið og Almannamálaráðið hava undirskrivað mál og avrikssáttmála fyri 2016.
Almannaverkið setur í 2016 fokus á autismuráðgeving, svartíðir og skiftið frá barnalívi til lívið sum vaksin
Avrikssáttmálin tekur støði í at menna og veita betri tænastu til borgaran á nøkrum av teimum mest týðandi økjunum, sum Almannaverkið umsitur. Tey trý økini, har Almannaverkið setir inn við tiltøkum í 2016, eru:
- Ráðgeving sum fyribyrging
- Langtíðarmál hjá børnum og ungum
- Svartíðir, tá søkt verður um tænastur og veitingar
Meiri kunning fæst við at lesa inni á heimasiðuni hjá Almannaverkinum her