17.02.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

MEGD vitjar landsstýriskvinnuna

MEGD vitjar landsstýriskvinnuna

MEGD hevur í dag vitjað landsstýriskvinnuna í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg.

MEGD er meginfelagið fyri 24 limafeløg á brekøkinum, sum í alt hava fleiri enn 4.000 limir.

Á fundinum nýtti MEGD høvið at greiða landsstýriskvinnuni frá um teirra virksemi, og hvørji mál, tey meta hava stóran týdning at raðfesta á brekøkinum.

MEGD vísti eisini á týdningin av at fólk, ið bera brek, verða hoyrd í øllum, sum viðvíkur teimum, og at tað er í góðum samstarvi at vit fáa bestu úrslitini.

Eg fegnist um at MEGD bjóðar inn til samstarv, og haldi tað verða av alstórum týdningi at lurta verður eftir teimum, ið tað snýr seg um, tá ið avgerðir skulu takast, sigur Sirið Stenberg.

Á fundinum greiddi landsstýriskvinnan frá hvørjar ætlanir, hon hevði á brekøkinum, og at hon sær fram til eitt gott samstarv við MEGD hetta valskeiðið.

Á myndini:
Sirið Stenberg, Landsstýriskvinna í Almanna- og mentamálum, Tóra við Keldu, Forkvinna í MEGD og Bárður Atlason Ísheim, Aðalskrivari hjá MEGD