21.11.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Mentanarvirðislønir landsins 2025

Mentanarvirðislønir landsins 2025

 

Á hátíðarhaldi í Kolshøll á Eiði í kvøld handar Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, virðislønir landsins til menta- og listafólk. Virðislønirnar, ið verða handaðar, eru hesar:

  • Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listaligt avrik.

  • Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

  • Serstøk virðisløn, sum er 50.000 kr. Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.


Niðanfyri ber til at lesa røðuna hjá Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen


Gott kvøld øll somul

Vælkomin til Eiðis – ein vøkur bygd í einum einastandandi vøkrum umhvørvi. 

Fortreytirnar fyri lívi og vøkstri á Eiði hava altíð verið góðar: stutt er út á góð fiskimið, og upplendið er stórt. Fólk settu búgv á Eiði longu tíðliga í tíðini, møguliga longu í landnámstíðini. Vit vita í øllum førum, at Eiði var ein stór bygd í miðøld. Í sambandi við vatnorkuútbyggingina hjá SEV við Eiðisvatn vístu fornfrøðiligar kanningar í Ærgisbrekku, at har hevði verið setur við djórahaldi longu tíðliga í miðøld.

Eiðiskollur er jarðfrøðiliga, plantufrøðiliga og fagurfrøðiliga einastandandi og mølin og niðara vatn er ein náttúruvøkur perla, ið Eiðisfólk brúka nógv.

Eiði er gomul kirkjubygd og kirkjan frá 1881 stendur væl fyri mitt í bygdini.

Frítíðar- og mentanarlívið á Eiði er virkið.

Føroyski dansurin gongur væl á Látrinum, og Heystfagnaðurin, har alt tað, ið hevur við landbúnað og siðsøgu er á skránni, hevur seinastu árini ment seg til eitt tiltak, ið dregur fólk úr øllum landinum til Eiðis.
Kanska ikki so løgið, at Risin og Kellingin valdu at seta endan á Eiðiskoll, tá tey ætlaðu at draga Føroyar heim við sær til Íslands.

Tað eydnaðist ikki at taka Føroyar við til Íslands - men samband og mentanarskifti millum menniskju og millum lond hevur altíð verið ein týðandi partur av mentanarligu menningini.

Vit plaga at siga, at føroyska myndlistin er ung, ikki nógv meira enn hundrað ára gomul. Tað er áhugavert, at ein týðandi partur av fyrstu menningini kom júst frá samskiftinum við útheimin. Elizabeth Taylor – ella Mistela, sum hon varð rópt á Eiði – var ferðabókahøvundur, ið millum annað hevði gingið á listaskúla í Paris. Hon skrivaði greinar til amerikonsk tíðarrit um støðini, hon vitjaði, og hon kom til Føroya fyrstu ferð í 1895. 

Tað var ikki óvanligt tá í tíðini, at granskarar og ævintýrarar komu higar at kanna og skráseta – men tað serliga við Elizabeth Taylor var, at hon steðgaði her í tíggju ár. Fimm teirra búði hon á Eiði, har hon leigaði kamar hjá foreldrunum hjá Niels Kruse. Hennara ávirkan á føroyska list gjørdist týðandi, tí hon lærdi frá sær til evnarík fólk á staðnum, og Niels Kruse gjørdist ein av fyrstu føroysku landslagsmálarunum.

Samskiftið við útheimin var ikki bara ígjøgnum tey, sum komu higar – føroysk listafólk fóru eisini sjálv út í heim, til Keypmannahavnar, Paris og aðrastaðni. Og her á Eiði hevur listalívið eisini Í nútíðini vunnið fram. Abbadóttir Niels Kruse - og eitt av okkara fremstu myndlistafólkum, Sigrun Gunnarsdóttir, býr og virkar her á Eiði. Sigrun fekk Mentanarvirðisløn landsins fyri 2020.

Mentanarvirðislønir landsins hava verið handaðar á nærum hvørjum ári síðani 1998 og eru vorðnar ein týðandi liður í mentanarpolitikki landsins. 

Kring landið eru mentanarhús miðdeplar fyri eitt virkið mentanarlív. Her á Eiði hevur gamla fimleikarhøllin í skúlanum, Kolshøll, verið ein virkin mentanarhøll síðani 2016. 

Vælkomin í Kolshøll til handanina av mentanarvirðislønum landsins. 
Heiðurin at handa virðislønirnar er fallin mær, sum landsstýrismanni í almanna- og mentamálum, í lut. 
Stóra takk, tit í Eiðis kommunu, fyri at tit vildu hýsa handanini av mentanarvirðislønunum í ár.

Tríggjar virðislønir handaðar í kvøld: Virðisløn til ungt listafólk, Heiðursgáva landsins og Mentanarvirðisløn landsins. Heiðursbrøvini hevur bókbindarin á Landsbókasavninum bundið so hegnisliga inn. Á tiltakinum í kvøld verða eisini røður og framførslur.

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum. Eg vóni, at vit fáa eitt gott kvøld saman.