18.10.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Mentanarvirðislønir landsins handaðar og sømdargáva kunngjørd

Mentanarvirðislønir landsins handaðar og sømdargáva kunngjørd

Á hátíðarhaldi í Miðnámi í Vestmanna í kvøld handar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, virðislønir landsins til menta- og listafólk. Virðislønirnar, ið verða handaðar eru:

  • Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listaligt avrik.

  • Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

  • Serstøk virðisløn, sum er 50.000 kr. Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.

Harafturat verður sømdargáva latin, sum er 20.000 kr. um árið. Hon verður latin listafólki, ið hava útint listaligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð.