Miða verður eftir at javnstilla gjaldið fyri uppihaldi á røktarheimi og sambýli
Landsstýriskvinnan í almannamálum arbeiðir víðari við ætlanunum um at hækka egingjaldið fyri røkt. Ein endurskoðað ætlan varð viðgjørd á landsstýrisfundi í morgun.
Á fundinum legði Rósa Samuelsen fram eina endurskoðaða ætlan. Landsstýriskvinnan fekk undirtøku at arbeiða víðari við hesum ætlanum.
“Vit hava fingið nógvar viðkomandi og konstruktivar viðmerkingar frá hoyringspørtunum og eg havi eisini tikið fleiri av hesum til eftirtektar”, sigur Rósa Samuelsen í viðmerking og leggur aftrat:
“Eg haldi framvegis fast við, at egingjøldini fyri røkt á sambýlum skulu hækkast, soleiðis at fólk á sambýlum og á røktarheimum verða meira javnstillað. Men neyvan verður talan um at hækka gjaldið við 2.000 krónum hjá øllum. Vit eru komin eftir, at hetta rakar onkran bólk óneyðuga meint, eitt nú hjún sum bæði búgva á eldrasambýli. Tí verða ávísar tillagingar gjørdar í uppskotinum”.
Somuleiðis verður inntøkumarkið fyri nær pensjónistur skal gjalda fyri heimahjálp ikki lækkað eins nógv sum upprunaliga ætlað. Ætlanin var at lækka markið úr 50.000 í 1.000 krónur fyri stakan pensjónist.
Landsstýriskvinnan ásannar tó, at hendan lækkingin er ov ógvuslig, og kann fáa ta óhepnu avleiðing, at fólk velja ikki at búgva heima. Hetta samsvar illa við ynskið hjá landsstýriskvinnuni um, at eldri kunnu vera í egnum heimi sum longst og tí skulu tillagingar gerast.
Næstu dagarnar verður arbeitt víðari við broytingunum, og eitt nú Pensjónistafelagið og kommunufeløgini verða kunnaði um endurskoðaði uppskotini. Málið verður síðani lagt fyri aftur á landsstýrisfund.