
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur fyri tíðarskeiðið 01.10.2025-30.09.2028 sett nýggja Miðlastuðulsnevnd við hesum limum:
- Lív Krogh Arge, forkvinna., cand.jur., eftir tilmæli frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Teitur Friduson Andreasen, cand.jur., er varaformaður.
- John Johannessen, tíðindafólk, eftir tilmæli frá felagnum Føroysk Miðlafólk. Sigrún Brend, tíðindafólk, er varalimur.
- Ingibjørg Berg, stjórnamálafrøðingur, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya. Martin N. Simonsen, miðlafrøðingur, er varalimur.
Fyrsti fundur í nýggju nevndini var í Almanna- og mentamálaráðnum 2.10.2025. Lív Krogh Arge, forkvinna, og John Johannessen eru afturvald, meðan Ingibjørg Berg er nýggjur limur í nevndini. Teitur Friduson Andreasen er nýggjur varaformaður. Høvuðsuppgávan hjá nevndini er at luta tann stuðulin út, sum er til privatar tíðindamiðlar á fíggjarlógini. Í ár eru 2,9 mió. kr. settar av til ávikavist lønir og verkætlanir
Landsstýrismaðurin kunnaði um, at hann í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 hevur skotið upp at hækka játtanina við 2 mió. kr., so hon verður 4,9 mió. kr. tilsamans.
Eitt lógaruppskot um nýggja miðlastuðulslóg er í løtuni til hoyringar við ummælisfreist 8. oktobur 2025. Í uppskotinum verður lagt upp til, at 60% av játtanini fara til skjalprógvaðar útreiðslur til beinleiðis journalistiska framleiðslu hjá viðkomandi tíðindamiðli ella miðlasamtaki. Á tann hátt verður journalistiska framleiðslan avgerandi fyri rakstrarstuðulin. Eisini verður skotið upp at fara frá verkætlanarstuðlinum til ein íverksetarastuðul til at seta á stovn ein nýggjan tíðindamiðil í senn, so stuðulin ikki gerst ov smábýttur. Tíðindamiðilin skal miðla sjálvstøðugt journalistiskt viðgjørt tilfar. Tilsøgn um íverksetarastuðul skal kunna latast yvir fimm ár
Miðlastuðulsnevndin verður sett sbrt. løgtingslóg nr. 35 frá 31. mars 2017 um miðlastuðul. Limirnir skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti, fjølmiðlar, fíggjarviðurskifti og roknskaparviðurskifti.
Myndatekstur: Frá vinstru: Teitur Friduson, Andreasen, Ingibjørg Berg, Eirikur í Jákupsstovu, Lív Krogh Arge, John Johannessen, Martin N. Simonsen og Sigrún Brend.