05.10.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Móttøka á Mýrini

Móttøka á Mýrini
1 / 7

Seinnapartin í dag varð skipað fyri móttøkuna í sambandi við at Sambýlinum á Mýrini alment varð tikið í nýtslu.

Áðrenn almennu móttøkuna varð almenningurin boðin vælkomin inn á gólvið at hyggja eftir nýggja sambýlinum.

Til móttøkuna helt eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Almannamálum røðu.

Til ber at lesa røðuna niðanfyri:

Góðu foreldur og avvarðandi, starvsfólk, leiðsla, grannar, góðu gestir,

men allarfremst av øllum : góðu tit øll, sum nú fara at flyta inn í hesi fjálgu høli í Hoyvíkini. Hjartaliga til lukku við tykkara nýggja heimi.

Leingi er tað, ið væl skal vera. Tað var longu, meðan Eyðgunn Samuelsen sat í almannamálum, at ætlanin til Mýruna bleiv løgd og fyrireikingarnar byrjaðu at taka skap.

Og eg minnist so væl dagin, tá ið vit vóru boðin niðan her fyri góðum 2 ½ ári síðan, tá ið Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur setti spakan í. Øll vóru glað og løgtingið stóð einmælt aftanfyri.

Fleiri tykkara, sum ætlaðu tykkum at búgva her, tóku ímóti okkum og gleddu tykkum til húsið stóð liðugt. Og nú er tað her. Tað er sannur gleðisdagur.

Man gloymir skjótt, men vit minnast stutt aftur, at her stóðu tvey sethús. Mýran 4 og Mýran 6. Og hóast tit og tykkara starvsfólk gjørdu tað til eitt gott stað at vera, so vóru umstøðurnar ikki nóg góðar. Tað sóu vit øll.

Tá vit so standa her í dag, í kørmum, sum eru bygdir júst til tykkara, til tykkara tørv og við virðing fyri, at tit skulu hava bestu umstøðurnar at liva tað besta lívið, so er tað sanniliga gleðiligt, gott og rætt.

Fleiri av tykkum hava flutt nakrar ferðir, og tað er so gott endiliga at koma í nakað gott og varandi. Sítt egna heim.

Bygt omaná mýrulendi er nú eitt nýtt sterkt og vakurt fundament. Og saman við ídnu og dugnaligu starvsfólkunum, eru tit nú hjartað, sálin og andin, sum fara at gera henda stásiliga nýggja bygningin – Mýrina - til eitt trygt og gott heim. Tit fara at gera hann til tykkara heim.

Byggiverkætlanir ganga sjáldan eftir einari beinari linju. Eins og vit kunnu siga tað um lívið. Tað er viðhvørt í so knortlut, onkuntíð kantut, viðhvørt møta vit hørðum betonmúrum ella undirstøðukervi, sum fer undan okkum.

Men líkamikið hvørjar umstøðurnar eru, ella hvørjar avbjóðingar verða settar okkum, so skulu vit øll hava ein felagsskap, eina eind og eitt stað, har sum vit eru vird og vard, og har sum vit kenna, at vit hoyra til.

Tað tekur viðhvørt eina løtu. Tað krevur kanska, at mann flytir eitt sindur uppá brikkarnar, at ein lampa skal hanga har heldur enn her, ella at vit bara tørva eina løtu at taka alt tað nýggja til okkum. Her er rúmd fyri at tit taka júst tykkara lívssøgu við inn á Mýrina. Hetta er tykkara stað, tykkara heim, tykkara felagsskapur og tað verður gjørt í tykkara tempo - og sjálvandi í tykkara anda.

Og við júst tykkara dirvi, smílum og lívsmegi eri eg vís í, at tað fer at ganga so væl.

Bygningurin her – Mýran - er meira enn múrar og betong. Mýran umboðar okkara felags visjón um eitt fevnandi og stuðlandi umhvørvi, har sum hvør einstakur og einstøk av tykkum kann trívast og kenna seg sum ein part av felagsskapinum, elskaðan og virdan.

Eg vóni, at tit í hesum karmum til fulnar fáa møguleika at liva tað sjálvstøðuga og virkna lív, sum tit hava rætt til.

Í hesum eiga starvsfólkini og leiðslan stóran leiklut. Hvønn dag er tað tykkara fakligheit og tænasta, sum gera bústovnar og sambýli, sum hetta vit standa í nú, til eitt heim fyri øll. Tykkara drívmegi og íkast dag og nátt eigur at vera íblástur fyri okkum øll.

Tað er mín vón, at tit saman fara at trívast her og framhaldandi hava orku at ganga á odda fyri at skapa virðilig lív fyri hjørtuni á Mýrini. Tí uttan tykkum var einki av hesum.

Eg fari eisini at takka øllum tykkum, sum hava verið við til at gera nýggju Mýrina til veruleika. Tit, sum sótu í arbeiðsbólkinum, sum gjørdu funktiónsanalysuna – umboð úr Almannamálaráðnum, Almannaverkinum og Javna – og  tit, sum hava sitið í bygginevndini (Almannamálaráðið og Almannaverkið) – fari eg at takka fyri, at tit við tykkara innliti og royndum hava gjørt eitt stórt arbeiði at fyrireika byggingina.

Samstundis fari eg at takka Landsverki fyri holla ráðgeving til bygginevndina og arbeiðið, sum byggiharri.

Eisini takki eg ráðgevarum og arkitektum: MAP arkitektar fyri at hava skapað, teknað og prosjekterað sambýlið.

Og ÁTS v/Karsten Vang, Install, Reno-Vent, sum arbeiðstakarar og hava staðið fyri byggingini, og allar undirveitarar, takki eg fyri væl úr hondum greitt og flott handverk. (Articon stóð fyri jørðarbeiðnum, sum varð gjørt, áðrenn høvuðsprosjektið varð boðið út)

Eg fari eisini at takka Løgtinginum og allari teirri politisku skipanini fyri at vísa verkætlanini vælvild og fyri vilja at játta pening til verkætlanina.

Og øllum tykkum, sum hava havt ein virkan leiklut í at fáa hesa verkætlan gjøgnumførda, takki eg hjartaliga.

Ein serlig tøkk til Javna og MEGD, at tit í tilgongdini hava verið holl í ráðum og fyri gott samstarv.

At enda fari eg at ynskja tykkum húsfólkum, starvsfólkum og leiðslu til lukku, góðar dagar og blíðan byr her á Mýrini.

Takk fyri!

Sirið Stenberg

Landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum