30.09.2014 · Almanna- og mentamálaráðið

Munandi styrkur til stakar uppihaldarar

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 er játtanin til barnaískoyti, sum er barnagjald til stakar uppihaldarar, hækkað við 4 mió. kr. og fer barnaískoytið við hesum úr kr. 6.588,00 pr. barn um árið upp í kr. 10.000,00 pr. barn um árið. Endamálið við at hækka barnaískoyti er at geva støkum uppihaldarum og børnum teirra betri kor.

Í álitinum um eitt føroyskt fátækramark, ið varð handað landsstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen fyrr í ár, varð víst á, at í Føroyum er ein bólkur fram um øll onnur, sum eru fátøk, og tað eru stakir uppihaldarar.

Tá eg fekk handað álitið um fátækramark, var greitt, at tað serliga eru stakur uppihaldarar og børn teirra, sum eru í fátækraváða. Frágreiðingin vísti á, at tað at vera fátækur í longri tíð kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tann einstaka og ta einstøku familjuna. Og tá tað umræður børn, kann sjálvt stutttíðar fátækradømi fáa neilig árin seinni í lívinum.

Tí er tað umráðandi fyri meg, at so fá børn sum gjørligt eru í fátækraváða. Ein háttur at hækka inntøkuna hjá støkum uppihaldarum, sum kann betra um støðuna alt fyri eitt, er at hækka barnaískoytið til stakar uppihaldarar, og tað er tað eg vil fremja við hesum átakinum
, ” sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.