27.08.2012 · Almanna- og mentamálaráðið

Neyðugt við sjálvstøðugum limaskapi

Neyðugt við sjálvstøðugum limaskapi

Aðalskrivarin í Nordens Foreninger i Norden boðaði í dag Anniku Olsen frá, at felagið stuðlar Føroyum og arbeiðið fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum.

Norrøna felagið í Gøteborg skipaði leygardagin 25. august fyri seminari, har evnið var “Norðurlond í stoypiskeiðini.” Millum tey luttakandi vóru limir og umboð frá Norrønu feløgunum í hinum Norðanlondunum. Eisini vóru bæði nú- og fyrrverandi ting- og stjórnarlimir.

Landsstýriskvinnan fyri norðurlendskt samstarv Annika Olsen var boðin við sum gestarøðari. Hon greiddi frá støðu Føroya í norðurlendska samstarvinum og vísti m.a. á, hvussu Føroyar hava fingið nógvar fyrimunir burtur úr samstarvinum, sum hevur verið. Samstundis segði hon, at tíðin nú er komin, at Føroyar luttaka á jøvnum føti við hinum hini limalondini.

Í røðu síni, undir heitinum “Norðurlond í framtíðini” vísti landsstýriskvinnan á tann grundleggjandi týdningin av norðurlendskum samstarvi, serliga tá hugsað verður um tær felags avbjóðingar, sum liggja fyri framman. Hon nevndi eitt nú demografiskar broytingar, nýggjar farleiðir og virksemi í norðurhøvum og arktis. Eisini í hesum sambandinum vísti Annika Olsen á, at framtíðar limaskarin í norðurlendskum samstarvi eigur at vera við 8 javnbjóðis limalondum.

Føroysku sjónarmiðini fingu sera góða undirtøku. Aðalskrivarin í Nordens Foreninger i Norden boðaði frá, at felagið stuðlar Føroyum og arbeiðið fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum.

“At tað sýnist at vera breið undirtøka millum limirnar í norrønufeløgunum at stuðla einum føroyskum sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandsráðnum, er at fegnast um,” sigur landsstýriskvinnan, Annika Olsen, í stuttari viðmerking.