ST-nevndin um barnarættindi er nú komin við niðurstøðum til 4. frágreiðingina hjá Danmark viðvíkjandi fremjan av ST sáttmálanum um barnarættindi. Føroyar hava á fyrsta sinni latið íkast til frágreiðingina og hava verið til próvtøku hjá ST um í hvønn mun Føroyar liva upp til ásetingarnar í barnarættindasáttmálanum.
Føroyar, Grønland og Danmark hava í flestu førum ymiskar skipanir, og tí fevna ikki allar viðmerkingar um allar partar av danska ríkinum. Í sínum niðurstøðum verður í støðum beinleiðis víst til Føroyar. ST nevndin leggur m.a. dent á, at føroyskir myndugleikar við lóg mugu tryggja øll rættindi sambært sáttmálanum, at fylgisáttmálin um sølu av børnum, barnaprostitutión og barnapornografi verður settur í gildi fyri Føroyar.
Føroyar fáa somuleiðis átalu fyri ikki at hava tikið stig til at stovna eina óhefta barnanevnd sambært sonevndu Paris meginreglunum. Eisini metir nevndin tað vera ivasamt, um Føroyar nýta nóg nógva fíggjarliga orku fyri at tryggja føroyskum børnum útbúgving og góða sálarliga heilsu.
Eisini átalar nevndin, at Føroyar ikki nýta orku til at fáa útvega neyðug hagtøl, ið kunnu vísa í hvønn mun barnarættindi sambært sáttmálanum eru tryggjaði í Føroyum. Serliga heftir nevndin seg við vantandi hagtøl um barnafátækradømi og um kynsliga misnýtslu av børnum.
Nevndin hevur eisini viðmerkingar til viðurskiftir í sambandi við harðskap móti kvinnum og børnum í Føroyum, og at tørvur er á serligum tiltøkum í sambandi við harðskap.
Næsta frágreiðingin til ST um barnarættindasáttmálan skal latast ST 1. februar 2016.
Niðurstøðurnar hjá nevndini kunnu lesast í síni heild her.