11.06.2015 · Almanna- og mentamálaráðið

Nógv fólk til hátíðarhaldið heima á Sandi í dag

Nógv fólk til hátíðarhaldið heima á Sandi í dag

Nógv fólk savnaðust til hátíðarhaldið heima á Sandi í dag, tá ið Annika Olsen, landsstýriskvinna, setti fyrsta spaka í í sambandi við byggingina av virknis- og umlættingardeplinum. Í tí sambandi flutti hon fram hesa røðu:

"Góðan dagin og vælkomin øll somul!

Í dag er ein stórur dagur, tí í dag verður fyrsta flagið til nýggja Virknis- og umlættingardepilin heima á Sandi lyft av.

Ein dagur, sum serliga tit, sum fara at hava tykkara gerandisdag her, og foreldur og avvarðandi tykkara, hava sæð fram til.

Nú byggingin loksins fer av bakkastokki, er hetta byrjanin til eina nýggja tíð, og um eitt sindur meira enn eitt ár verður depilin eftir ætlan klárur at taka í nýtslu.

Nú vit fara at byggja henda depilin, so frøist eg mest av øllum um, at vit við hesi verkætlan byggja til endamálið, soleiðis at karmarnir eru teir bestu, sum kunnu hugsast til at tykkara, sum fara at koma í depilin.

Mynstri í samfelagnum broytist – bæði í mun til tilboð og viðgerð á barna- og ungdómsøkinum, og hetta krevur nýhugsan. Tí gleðist eg um, at bygginevnd og arkitektar hava lagt seg eftir at skapa eina loysn, sum bæði er smidlig og framtíðartryggja, soleiðis at depilin kann hýsa nógvum ymsum virksemi, samstundis sum hann lættliga kann broytast og tillagast, um tørvur verður á tí.

Tí talan verður ikki um eitt siðbundið tilboð, sum vit kenna tað í dag. Heldur verður talan um karmar og hølir, har møguleiki er fyri at broyta og tillaga virksemið eftir tørvinum á økinum og í landinum sum heild.

Talan er sostatt um eina sera spennandi og nýskapandi verkætlan, sum eg vóni fer at verða til stórt gagn fyri børn og ung, sum hava serligan tørv – í fyrstu atløgu her í Sandoynni og seinni í Føroyum sum heild.

*

Virknis- og umlættingardepilin byggir á tankan um inklusión, samsvararandi Bústaðapolitikkinum, sum eg fekk handað í 2012.

Aðalmálið í bústaðapolitikkinum er, at rúm skal vera fyri øllum. Áhugamál og tørvur hjá øllum borgarum skulu síggjast aftur í innrættingunum, sum verða gjørdar. Byggjast skal til endamálið og skal stuðla undir inklusión – at ymisk fólk, sum hava ymiskan tørv, búgva og virka saman, lið um lið.

Eg fari at takka kommunum fyri vælvild og gott samstarv í hesum sambandi, og Sands kommunu fyri beinasemi, tit hava víst við at útvega grundstykkið til depilin.

Eg fari at takka bygginevnd, sum við innliti og royndum hevur gjørt eitt stórt arbeiði at fyrireika byggingina. Kontrast fyri at hava sniðgivið ein vakran depil við nógvum møguleikum. Og Landsverk fyri holla ráðgeving til bygginevndina, og fari samstundis at ynskja tykkum blíðan byr í sambandi við byggingina.

Eg fari eisini at takka Løgtinginum og allari teirri politisku skipanini fyri at vísa verkætlanini vælvild og fyri vælvilja at játta pening til verkætlanina, eins og eg takki øllum teimum, sum hava havt ein virkan leiklut í gera hesa verkætlan til veruleika.

Eg fari at enda við fyrsta ørindi úr yrking hjá Hans Andriasi Djurhuus, Nú hitar sólin:

“Nú hitar sólin bjarta land og hav,
í urtagarði fagrar blómur anga,
firvaldar flagsa, ongan mást tú fanga.
Týn ei tað lív, sum sólin veingir gav!”

Takk fyri og blíðan byr."

Annika Olsen

Landsstýriskvinna í almannamálum

undefined

undefined

undefinedundefinedundefinedundefinedundefined

undefined

undefined

undefined

undefined

undefined

undefined