10.04.2012 · Almanna- og mentamálaráðið

Nógvar íløgur í sambýli

Næstu árini verða verða íløgur í sambýli raðfestar ovarliga. Tað er greitt, nú samgongan hevur lagt játtanarkarmarnir fram fyri næstu árini. Talan er um ein greiða uppraðfesting á økinum, nú sjøtul skal setast á eina rúgvu av nýggjum sambýlum komandi árini.

Tað er hugaligt at kunna staðfesta, at tað ongantíð áður hevur verið settur so nógvur peningur av til íløgur til sambýli. Komandi árini verður millum annað farið undir at gera ein stovn til heilaskadd, sambýli til menningartarnað í Havn, sambýli til autistar og menningartarnað, eitt ungdómspensjónat, umframt at tað verður hildið fast um at gera vardar bústaðir í bæði Eysturoynni og Norðoyggjum, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Afturat hesum er verkætlanin at byggja eitt sambýli til sálarsjúk í Havn komin so mikið áleiðis, at arbeiðið er klárt at bjóða út. Tí mistekur andstøðan seg dyggiliga, tá ið hon í miðlunum í gjár førdi fram, at samgongan hevur útsett at byggja sambýli til sálarsjúk. Eftir øllum at døma hevur andstøðan verið í so brá, tí bæði á fíggjarlógini í fjør og í ár er neyðugur peningur játtaður til sambýli.

Tá allur peningurin longu er játtaður, ja so var var ikki neyðugt at seta pengar av til endamálið á játtanarkørmunum komandi árini.