23.08.2012 · Almanna- og mentamálaráðið

Norðurlendsk vitjan í AMR

Norðurlendsk vitjan í AMR

Í hesum døgum vitjar formaðurin fyri norðurlendska "grænsehinderforum", Ole Norrback, í Føroyum. Mikudagin hitti hann Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, á fundi og umrøddu tey fleiri av áleikandi trupulleikunum, sum føroyingar, ið flyta seg millum norðurlendsku landamørkini, koma fyri.

Landsstýriskvinnan greiddi somuleiðis frá, hvat verður arbeitt við í Føroyum til tess at beina burtur allar forðingar, vit sum føroyingar uppliva tá vit ferðast og arbeiða í øðrum norðurlendskum landi.

Ole Norrback er finnlands-svii og hevur sitið fleiri ár á tingi og hevur verið ráðharri í útvið 12 ár í Finnlandi. Haraftrat hevur Ole Norrback verið sendimaður í átta ár.