08.03.2022 · Almanna- og mentamálaráðið

Nú fáa langtíðarsjúk dagpening í longri tíð

Nú fáa langtíðarsjúk dagpening í longri tíð

Løgtingið hevur í dag einmælt samtykt uppskotið til broyting í dagpeningalógini, sum Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, legði fyri Løgtingið. Broytingarnar hava við sær fleiri ymiskar átrokandi batar, sum fáa stóran týdning fyri borgarar, sum higartil eru dotnir niður ímillum ymsar vælferðarskipanir.

Sambært higartil galdandi lóg kann dagpeningur vegna sjúku í mesta lagi veitast í 40 vikur, svarandi til umleið 9 mánaðir. Tað er ikki óvanligt, at persónur t.d. við krabbameini er óarbeiðsførur í longri enn 9 mánaðir, og hevur tá onga inntøku havt, tá rætturin til sjúkradagpening er dottin burtur. Umframt heilsuligu avbjóðingarnar hevur sostatt verið talan um ein fíggjarligan smeit fyri sjúklingin.

Frameftir kann dagpeningur veitast í 52 vikur, umframt at dagpeningur í ávísum førum eisini verður veittur í longri enn 52 vikur.

Uppskotið inniheldur eisini aðrar broytingar, m.a. betri treytir hjá smærri vinnurekandi í dagpeningaskipanini, og at tey við útsettari pensjón fara at fáa rætt til dagpening í sambandi við sjúku.

Samfelagið og vælferðarskipanir eru mentar og broyttar, síðani dagpeningalógin kom í gildi, og tað hevur í eina tíð verið tørvur á at endurskoða 20 ára gomlu dagpeningalógina. Fyrsti partur av endurskoðanini er, sum nevnt samtyktur, og Sólvit E. Nolsø fer nú undir at fyrireika ymsar aðrar broytingar í dagpeningalógini.

Lógin, sum júst er samtykt, kemur í gildi 1. apríl 2022.