17.12.2014 · Almanna- og mentamálaráðið

Nýggi depilin til børn og ung við fjølbreki

Nýggi depilin til børn og ung við fjølbreki

Almenn móttøka var í nýggja depilinum til børn og ung við fjølbreki í Runavík í gjár, og nógv fólk vóru komin saman at síggja nýggju og betraðu umstøðurnar. Depilin avloysir dagstovnin og umlættingartilboðið Reiðri á Saltnesi.

Almannamálaráðið hevur latið depilin byggja, og Landsverk hevur verið byggiharri.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen helt røðu og handaði gávu, sum var ein málningur eftir Jákup Lervig. Hon segði m.a.

Fyri tveimum árum síðani, stóðu vit í oysandi regni, tá eg tók fyrsta flagið oman av til Depilin fyri fjølbrekað børn og ung í Runavik. Í dag er hátíðarløta og fagnaðarløta, nú Depilin loksins letur upp. Eg gleðist so hjartaliga vegna børnini, tey avvarðandi, starvsfólkini og leiðslu, sum loksins fáa nútímans hølir, ið eru bygd til endamálið. Vit avgera ikki sjálvi, hvørjar lívsumstøður, vit verða fødd inn í, men vit kunnu royna at bøta um fysisku karmarnar. Nýggi slóðbrótandi depilin er ein varði á vegnum, og vóni eg, at børnini og tey ungu fara at trívast væl í nýggja depilinum. Eg takki øllum, sum hava virkað fyri og vist hesari verkætlan vælvild.

Umframt landsstýriskvinnuni vóru tað eisini onnur, sum tóku orði. Hanna Juul, eindarleiðari á Trivnaðaeind 2, sum hevur dagliga leiðsluna á Depilinum beyð vælkomin og fegnaðist um nýggju hølisumstøðurnar og takkaði øllum, sum hava verið til at gjørt verkætlanina til veruleika.

Ingun M. Jacobsen, stjóri fyri Trivnaðardepilinum í Almannaverkinum, sum fer at hava ábyrgdina av virkseminum á Depilinum, segði m.a.:

Hesin bygningur má sigast at verða slóðbrótandi, og er hann tann fyrsti av sínum slag í Føroyum. Vit eru sera heppin at hava fingið ein depil, sum er bygdur til endamálið og ikki ein, har hús eru bygt um. Við hesum kunnu vit samla fleiri tilboð á einum stað, tað verið seg bæði dagtilboð, virkistilboð, viðgerð, umlætting. Nú verður lættari at gera hóskandi tilboð til hvønn einstakan, og vit fáa nakrar møguleikar, sum vit ikki hava havt fyrr, og tað kann bara koma øllum til góðar – bæði borgarum og starvsfólki.”

Barbara Mikkelsen, byggifrøðingur á Landsverki, Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík og Helgi Johannesen stjóri í Sp/f Byggivirkinum KBH hildu eisini røðu. Eisini setti Beinir dám á løtuna og sang nakrar sangir.

Mourits Mohr, stjóri á Mest handaði Depilinum eina gávu vegna boriplatformin Herkules á 10.000 kr.

Á depilinum fáa 12 børn og ung við fjølbreki eitt dagtilboð, umframt at átta umlættingarpláss eru til børn og ung úr øllum landinum. Depilin veitir røkt og viðgerð og skapar umstøður soleiðis at børnini og tey ungu á besta hátt mennast kropsliga, sálarliga og fatanarliga, alt eftir aldri, tørvi og førleika hjá tí einstaka.

Tað var á heysti 2010, at bygginevnd varð sett, ið fór til verka beinanvegin. Á heysti 2011 handaði bygginevndin landsstýriskvinnuni tilmæli um staðseting og byggiskrá. Spakin varð settur í í januar 2013, og gongd varð sett á byggingina miðskeiðis í 2013.

ARKITEKTAR99 hava teknað depilin, og KBH hava staðið fyri arbeiðnum. Depilin varð upprunaliga mettur at kosta góðar 24 milliónir krónur, men fíggjarkarmurin varð hækkaður til 26,5 mió. kr.

Reiðrið á Saltnesi letur nú aftur, og alt virksemið verður flutt yvir í Depilin, ið er á Gerðisvegi 5 í Runavík.

Les røðu hjá landstýriskvinnuni her