25.10.2012 · Almanna- og mentamálaráðið

Nýggj avtala um læknaváttanir

Nýggj avtala um læknaváttanir

Nýggj avtala um læknaváttanir

Í dag skrivaðu limir hjá Føroya Læknafelag og Almannamálaráðið undir nýggja avtalu um læknaváttanir. Avtalan fevnir um vegleiðing um nýtslu av læknaváttanum og treytir og prísir fyri læknaváttanir, sum verða nýttar í virkseminum hjá Almannaverkinum.

Talan er um eina avtalu, hvørs endamál er at styrkja sosial og heilsuliga samstarvið til frama fyri málsviðgerð og tænastur hjá Almannaverkinum.

Við læknaváttanum fáa starvsfólk í Almannaverkinum eisini nýggj og endurskoðað arbeiðsamboð til teirra sosialfakliga arbeiði, sum m.a. verða týðandi í arbeiðinum hjá nýggja stovninum og arbeiðinum við at seta borgaran í miðdepilin. Læknaváttanirnar eru somuleiðis eitt amboð, ið betra um møguleikarnar fyri størri heildarviðgerð av borgarunum.

Ein av nýggju læknaváttanunum er samstundis eisini ein liður í arbeiðinum hjá Almannaverkinum við arbeiðsfremjandi tiltøkum, við í størri mun at leggja dent á møguleikar framum forðingar hjá tí einstaka á arbeiðsmarknaðinum.