Ein týðandi nýskipan innan eldraøkið er nú sett í gildi. Ein nýggj kunngerð tryggjar, at eftirlit við heimatænastu, eldrarøkt og øðrum tilboðum sambært lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. verður skipað, regluligt og eins í øllum landinum.
Sambært lógini hava kommunurnar ábyrgdina av eftirlitinum. Men við nýggju kunngerðini fáa tær nú ein greiðan og felags leist fyri, hvussu eftirlitið skal fara fram, hvat eftirlitið skal fevna um, og eina freist nær eftirlitið skal verða framt.
Kunngerðin er gjørd í tøttum samstarvi millum Almanna- og mentamálaráðið og kommunurnar, og arbeiðið fær gott skotsmál av landsstýrismanninum:
Kunngerðin er nú lýst og arbeiðið við at fremja eitt støðugt eftirlit kann nú veruliga fara í gongd í øllum landinum.
Kunngerðin kann lesast her.