23.01.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Nýggj leiðbeining til klaguviðgerð um mismun vegna kyn

Nýggj leiðbeining til klaguviðgerð um mismun vegna kyn

Almanna- og mentamálaráðið hevur nú orðað leiðbeining um, hvussu javnstøðunevndin skal viðgera klagur.

Í leiðbeiningini verður millum annað greitt frá, hvussu nevndin móttekur og viðger klagur.

Hvussu hon ger niðurstøður, og nær hon eigur at vísa klagur frá sær.

Sum eftirlitsmyndugleiki og klagumyndugleiki er javnstøðunevndin partur av almennu fyrisitingini, og tí eru allar viðkomandi ásetingar í fyrisitingarrættinum galdandi fyri hana.

Tí er bæði neyðugt og gott, at nevndin nú hevur fingið leiðbeining at ganga eftir í tí týdningarmikla arbeiði, hon hevur, mangan við torførum klagumálum, sum krevja langa og drúgva viðgerð.

Eftirlit og klagur

Javnstøðunevndin hevur eftirlit við, at løgtingslóg um javnstøðu millum menn og kvinnur verður hildin.

Umframt at vera eftirlitsmyndugleiki, at upplýsa og ráðgeva um spurningar í sambandi við javnstøðu, skal javnstøðunevndin eisini viðgera klagur, sum koma frá fólki, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna sítt kyn.

Javnstøðunevndin er eisini klagumyndugleiki, tá klagur verða viðgjørdar um brot á løgtingslógina um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.

Leibeiningin er at finna á lógarsavninum  umframt á heimasíðuni hjá Almanna- og mentamálaráðnum.