14.05.2010 · Almanna- og mentamálaráðið

Nýggj leigulóg fyri Føroyar

Eitt einmælt Løgting samtykti mikudagin nýggja lóg um útleigan av bústøðum. Talan er um eitt frambrot á bústaðarøkinum, tí gamla leigulógin var frá 1940 og var einans galdandi fyri Tórshavn.

Í viðmerking sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna:

“Tørvur hevur leingi verið á nýggjari leigulóg, sum var galdandi fyri allar Føroyar. Lógin tryggjar rættindini hjá leigara og útleigara og er fortreytin fyri einum vælskipaðum og vælvirkandi leigumarknaði. Eitt nú vera ávís krøv nú sett til leiguavtalur”.

Framyvir skulu øll leigumál nýta ein og sama leigusáttmála, ið landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð. Hetta verður gjørt fyri at tryggja leigara móti, at órímiligar avtalur verða gjørdar. Leigusáttmálin inniber, at partarnir sínámillum tó hava møguleika at avtala annað. Tílíkar avtalur skulu fylgja teimum minstukrøvum, ið verða ásett í lógini, tá ræður um verju av leigaranum.

Leigulógin hevur í stuttum við sær:

  • At leigari, sum verður uppsagdur, fær eina rímiliga uppsagnartíð, og harvið høvi at finna sær annan bústað.
  • At leigarin verður vardur ímóti tilvildarligari uppsøgn frá einum vinnuligum útleigara.
  • At ikki vinnuligur útleigari kann sleppa burtur úr einum leigumáli uttan stórvegis trupulleikar, og at útboðið av leigubústøðum harvið kann økjast.
  • At útleigari beinanvegin kann sleppa av við leigara, sum misheldur skyldur sínar sambært leigusáttmálanum.
  • At leigari beinanvegin kann sleppa burtur úr einum leigumáli, um útleigari misheldur skyldur sínar sambært leigusáttmálanum.
  • Leigunevnd verður sett at taka avgerð í trætumálum millum leigara og útleigara

Lógin um útleigan av bústøðum kemur í gildi tann 1. september 2010.