17.08.2012 · Almanna- og mentamálaráðið

Nýggjar íbúðir í Runavík til fólk við menningartarni

Nýggjar íbúðir í Runavík til fólk við menningartarni

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, hevur tikið avgerð um at byggja millum 10 og 16 vardar íbúðir í Runavík til fólk við menningartarni. Ætlanin er, at fyrstu búfólkini kunnu flyta inn á vári 2014, tá eisini íbúðirnar í Klaksvík til fólk við menningartarni verða lidnar.

Ein bygginevnd við umboðum úr MBF, Javna, Almannaverkinum og Almannamálaráðnum læt í juni mánað landsstýriskvinnuni byggiskrá, sum Annika Olsen hevur tikið undir við.

- Eins og verkætlanin í Klaksvík er hetta eitt kærkomið nýbrot á økinum, nú vit eru farin at byggja nýggj heim, ið eru tillagað tørvin hjá tí einstaka. Tað er týdningarmikið, at vit skapa heim, sum bæði geva tryggleika og rúm fyri sjálvbjargni, sigur landsstýriskvinnan í viðmerking og leggur aftrat:

- Avgerðin hevur ikki verið løtt, tí allar kommunur í eystara parti í Eysturoynni, sum okur hava verið í sambandi við, hava víst stóran áhuga fyri ætlanini. Út frá eini heildarmeting, havi eg tikið avgerð um at taka av tilboðnum frá Runavíkar kommunu og byggja vardu bústaðirnir í Runavík.

Saman við borgarstjóranum Magnusi Rasmussen og Kristian Gaardbo, formanni í sosialu nevnd, vitjaði Annika Olsen í dag økið, har íbúðirnar skulu byggjast.

Talan er um smærri sjálvstøðugar íbúðareindir í einum vardum umhvørvi. Hvør íbúðareindin hevur dur, vesi við bað, køk/stovu, sovikamar, við atgongd til felagshølir. Vardu íbúðirnar verða eftir ætlan lidnar á vári 2014.