Tann 1. apríl koma nýggjar reglur um hjálparráð í gildi. Hugtakið hjálparráð fevnir um eina røð av tólum og lutum, sum kunnu hjálpa fólki við skerdum førleika at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.
Yvirskipaða málið við broytingunum er í tveimum: At gera greiðari, hvørji rættindi borgarin hevur og hvat tænastustøðið fyri skipanina er, umframt at fáa eina skynsamari stýring av útreiðslunum á økinum.
Broytingarnar, ið nú koma í gildi, vóru einmælt samtyktar í Løgtinginum beint fyri jól. Síðani eru nærri reglur ásettar í kunngerð, sum nú er lýst. Í viðmerking sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna:
“Tað hevur nú í fleiri ár verið tosað um týdningin av at fáa greiðari reglur fyri tænastur og veitingar eftir forsorgarlógini. Hol var sett á eina tilgongd síðsta vár og við nýggju broytingunum er komið á mál við fyrsta stignum í arbeiðinum við at gera nýggja føroyska sosiallóg“.
Skipanin við hjálparráðum er ein av okkara grundleggjandi vælferðarskipanum. Talan er um eina kompensasjónsveiting, hvørs endamál er mest møguligt at bøta og linna um brek hjá tí einstaka. Endamálið er eisini at javnseta persónar við breki, og at betra møguleikarnar fyri integrasjón hjá tí einstaka.
Brillur, fótarøkt og egingjald
Í stóran mun byggja nýggju reglurnar á galdandi siðvenju á Almannastovuni. Tó eru ávísar broytingar. Fyrr hevur tað verið so, at Almannastovan lat stuðul til brillur og linsur, um tú hevði optiskan sjónsfeil yvir eitt ávíst. Frameftir skal talan vera um ávíst eygnabrek ella sjúku fyri, at stuðul kann veitast. Nýggja skipanin er í tráð við líknandi stuðulsskipanir í okkara grannalondum.
Ein onnur broyting er, at stuðulin til fótarøkt til persónar við diabetes frameftir verður veittur av Heilsutrygd.
Somuleiðis eru avís egingjøld ásett fyri at forða fyri yvirkompensasjón. Meginreglan er tann, at stuðul ikki skal veitast til útreiðslur, sum persónar uttan brek eisini hava útreiðslur til. Eitt nú er egingjald ásett í mun til t.d. ortopediskar skógvar og parykkar. Neyvari lýsing av broytingunum eru at lesa á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum, www.amr.fo.
Sektorábyrgd og markamót
Fyri at fremja meginregluna um, at vald og gjald skulu fylgjast, eru reglur um markamót lógarásettar. Reglurnar tryggja eitt greitt ábyrgarbýti millum myndugleikar á økinum.
Ásetingar um markamót eru í samsvari við meginregluna um sektorábyrgd, ið merkir, at hvør einstakur myndugleiki hevur skyldu til at tryggja, at tænasturnar, ið verða veittar almenninginum, eisini eru tøkar og tillagaðar persónum, ið hava brek, og við hesum hevur viðkomandi myndugleiki, eisini ábyrgdina av at rinda útreiðslurnar av at fremja tænastuna.
Leiguskipan til hjálpartól
Sum nakað nýtt verður nýggj leiguskipan til hjálparráð sett á stovn. Frameftir kann Hjálpartólamiðstøðin fyri leigugjald leiga myndugleikum hjálparráð, tá ið stuðul ikki kann veitast sambært forsorgarlógini. Endamálið við hesum er at tryggja størri endurnýtslu av hjálpartólum, umframt at aðrir myndugleikar kunnu gagnnýta fakliga førleikan hjá Hjálpartólamiðstøðini.
Kunning
Almannastovan fer í næstum at kunna tey, sum í dag fáa stuðul, um broytingarnar. Hesi fáa eisini eina leiðbeining um hvussu farast skal fram frameftir.
Fólk, ið ynskja at vita meira um broytingarnar, kunnu lesa meira á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum, www.amr.fo.
Hvat er hjálparráð?
Hugtakið hjálparráð fevnir um hópin av tólum og lutum, sum verða nýtt til at bøta um likamligt ella sálarligt brek ella sjúku, ið viðførir skerdan virkisførleika.
Við hjálparráð, er at skilja, bæði kropsborin hjálparráð sum t.d. brillur, hoyritól, ymiskar protesur og serligan fótbúna, og um hjálparráð, ið verða veitt sum lán, sum t.d. koyristólar, samskiftisútgerð, røktarsengur og ymisk flutningstól.
Hjálparráðið skal vera neyðugt fyri, at umsøkjarin kann verða verandi í arbeiði ella avgerandi bøta um sjúkuna/avlamnið ella avgerandi lætta um í gerandisdegnum í heiminum.