06.06.2012 · Almanna- og mentamálaráðið

Nýtt samstarv á almannaøkinum millum Føroyar og Danmark

Landsstýriskvinnan í almannamálum Annika Olsen og danski almannamálaráðharrin Karen Hækkerup eru samdar um greiðari mannagongdir, tá familjur við serligum avbjóðingum flyta millum Føroyar og Danmark

Á fundi í Keypmannahavn mánadagin, samdust Annika Olsen og danski almannamálaráðharrin Karen Hækkerup um at styrkja samstarvið á almannaøkinum millum Føroyar og Danmark. Semja er um at víðkað fráboðanarskylduna, tá familjur við børnum við serligum avbjóðingum flyta millum Føroyar og Danmark, so eisini donsku kommunurnar fáa heimild at senda víðari málsupplýsingar millum danskar og føroyskar myndugleikar.

- Tað vil altíð verða okkara mál, at vera ment at bjóða øllum okkara børnum og ungum tilboð her heima, men enn eru vit tíverri av og á noydd at leita til Danmarkar eftir besta tilboðnum. Í teimum førum er tað av avgerandi týdningi, at bæði føroyskir myndugleikar og familjurnar sjálvar, kunnu kenna seg tryggar við at at senda børn og ung á stovn í Danmark. Tí er styrkta samstarvið týdningarmikið og at fegnast um.

Almannamálaráðharrin Karen Hækkerup sigur:

- Tað er avgerandi, at vit syrgja fyri, at børn við sosialum trupulleikum fáa ta hjálp, sum tey hava brúk fyri, uttan mun til um tey búgva í Danmark ella í Føroyum. Og hjálpin má ikki seinkast, orsakað av flyting innan ríkisfelagsskapin. Tí eri eg fegin um, at landsstýriskvinnan í almannamálum og eg eru samdar um at styrkja samstarvið á hesum øki.

Somuleiðis eru Annika Olsen og Karen Hækkerup samdar um, at kommunurnar skulu kunnast betur um samstarvið á almannaøkinum í ríkisfelagsskapinum. Fyri at lætta um málsgongdina og gera viðurskiftini greiðari á hesum øki, verður tí millum annað sett í verk eitt vegleiðingarátak, so donsku og føroysku kommunurnar ikki eru í iva um hvat er galdandi, tá familjur flyta millum londini.

Arbeiðið verður væntandi liðugt í heyst.