13.07.2010 · Almanna- og mentamálaráðið

Pensjónsnýskipan: Landsstýriskvinnan í almannamálum sent fimm lógaruppskot til hoyringar

Í samband við pensjónsnýskipanina hevur landsstýriskvinnan í almannamálum Rósa Samuelsen sent 5 lógaruppskot til hoyringar. Talan er um fylgjandi uppskot:

· Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.

· Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

· Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

· Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.

· Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg

Spurningar og ivamál viðvíkjandi omanfyrinevndu uppskotum kunnu setast Almannamálaráðnum á telefon 304000 ella við telduposti amr@amr.fo.

Víst verður annars til uppskot og hoyringsskriv, sum Fíggjarmálaráðið hevur sent til hoyringar tann 7. juli 2010.

Hoyringssvør fyri øll uppskot viðvíkjandi pensjónsnýskipanini skulu vera Fíggjarmálaráðnum og Almannamálaráðnum í hendi í seinasti lagi 20. august 2010.

Les meira um pensjónsnýskipanina á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum www.fmr.fo