
Í dag skipaði javnstøðunevndin fyri ráðstevnu um fráflyting og kyn. Ráðstevnan var hildin í Smæruni í Havn og á skránni vóru bæði fyrilestur, orðaskifti millum ung og politiskt kjak. Endamálið var at geva íkast og íblástur til kjakið um fráflyting og at lýsa fráflyting úr kynssjónarhorni, tí atlit at kyni vantar í almenna orðaskiftinum um ungdómin, metir javnstøðunevndin.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður setti ráðstevnuna og bar fram røðu, sum sæst niðanfyri.
(Mynd: Faroephoto)
Góðan morgun øll somul,
Takk, at eg var boðin at siga nøkur fá orð um hetta stóra evni.
Vit kenna øll nógv fólk, sum er farin av landinum og ikki er komin aftur. Men tað kemur næstan ikki fyri, at søgurnar hjá teimum eru líka.
Fráflyting, kyn og javnstøða eru ikki bara politiskir spurningar – men spurningar um møguleikar, trivnað, menning, samfelagið alt, sum tað er – og framtíðina hjá okkum øllum.
Tað, at ung fólk fara út í heim at nema sær útbúgving í eitt tíðarskeið er ein styrki fyri okkara samfelag. Tað er ein gáva, sum vit skulu fegnast um, og duga nógv betur at virðismeta.
Vit skulu standa við opnum ørmum og siga: Komið heim aftur, tit góðu fólk– her er pláss fyri tykkum! Fyri tykkara útbúgving, íblástri og hugskotum!
Men tað sær ikki út sum, at vit gera okkum nóg stóran ómak við hesum. Tí mugu vit í nógv størri mun vísa okkara fjølbroyttu ungu, at her er gott at vera. Ikki minst, tá tað snýr seg um yngri kvinnur, sum í størri mun enn menn fara av landinum.
Vit mugu koma hartil, at vit hoyra teirra rødd, har vit virða teirra ynskir, og virðismeta teirra íkast, sum vit faktiskt heilt bókstaviliga ikki kunnu liva uttan.
Vit vita, at tað ikki er eitt einstakt og einfalt svar uppá “akkurát” hví fólk ikki flyta heim. Okkurt kunnu vit samanbera við onnur lond og okkurt ikki. Tað er ikki bara bústaðarviðurskifti, bara arbeiðsmarknaður ella bara prísir – men ein samansett orsøk av øllum hesum og nógvum afturat. Júst tað ger kjakið í dag so viðkomandi.
Ofta eru vit bangin fyri at tosa um kvinnurættindi.
Til dømis hava journalistar og kritikkarar næstan uttan undantak tørv á at minna á, at javnstøðumál eisini snúgva seg um menn.
Ein og hvør, sum hevur arbeitt bara eitt lítið sindur við javnstøðumálum veit hinvegin, at tað er púra sjálvsagt, at kvinnurættindi og mansrættindi hanga óloysiliga saman, tí javnstøðumál - sama hvat kyni er, ávirka allar vegir.
Tað, sum er gott fyri Marsannu, er ofta beinleiðis og onkuntíð óbeinleiðis eisini gott fyri Pól – og øvut.
Og ofta eru javnstøðumál kjarnin og loysnin uppá avbjóðingar, sum hava við kyn at gera. Eisini tí er tað gott, at hesi bæði - kyn og fráflyting - í dag verða viðgjørd so ítøkiliga.
Sum landsstýrismaður í javnstøðumálum eri eg glaður fyri, at javnstøðunevndin hevur samlað okkum til hetta tiltak. Tað gevur okkum høvi at hoyra nýggj sjónarmið og halda fast í teimum evnum, sum krevja støðugt kjak, tí vit, sum hava hesi mál um hendi, vita, at tað í stóran mun er partur av bulinum í avbjóðingini: At vit í ov lítlan mun viðgera hesar spurningar.
Vit hava røddirnar, vit hava serfrøðingarnar. Tit sita her fleiri. Tit hava sagt okkum, hvat skal til - í stóran mun. Og vit politikarar hava viðhvørt og viðhvørt ikki dugað at lurta.
Vit hava til dømis í meira enn 30 ár havt javnstøðulógina. Hon er frá 1994. Og fyri fáum árum síðan fingu vit endiliga eina javnstøðuskrivstovu. Tað er gott. Og eitt úrslit av javnstøðuskrivstovuni er júst hesin dagurin, umframt so øgiliga nógv annað.
Vit vita at uttan professionelt javnstøðuarbeiði - og uttan beinleiðis átøk og inntriv, so hendir ikki nógv – fyri ikki at siga onki. Tað síggja vit í okkara grannalondum. Tey sum eru heimsmeistarar í javnstøðu.
Tí hava vit í samgonguni sett okkum fyri, at javnstøðulógin skal dagførast, soleiðis at tað eru fleiri ítøkilig amboð til at fremja javnstøðu. Arbeiðið er rúgvismikið og verður gjørt í stigum, men málið er, at vit skulu hava eina lóg, sum krevur av okkum øllum, at vit arbeiða miðvíst og virkið við javnstøðumálum.
Ein partur av teimum átøkum, sum skulu til, og sum samgongan longu arbeiða við, er at finna í felags átakinum “Saman um javnstøðu”.
Her hava øll landsstýrisfólk greitt frá, hvørjum ítøkiligum málum tey hava, ella fara at arbeiða við, og hvat er viðkomandi á júst teirra málsøkjum.
Átakið er grundað á tann veruleika, at javnstøðumál eru tvørgangandi mál, sum eru viðkomandi allastaðni har sum kyn ferðast.
Tað vil siga – allastaðni og á øllum økjum.
Javnstøðumál eru ikki einstaklinga mál, tey eru ikki privat, men ein spurningur um felags samfelagslig átøk, forstáilsi og framdrátt.
Vit vita í sera stóran mun hvat skal til, og verða eisini enn klókari í dag, so spurningurin er nú heldur, hvussu loysa vit hetta saman.
Tað gleði eg meg til at hoyra meira um.
Góða ráðstevnu tit øll, og takk at eg varð boðin og fekk orðið.