Rættindi hjá borgarum við serligum avbjóðingum tryggjast í nýggjara tænastulóg

Arbeiðið at gera eina nýggja tænastulóg, ið skal betra rættartrygdina hjá borgarum við serligum avbjóðingum og betra um innihaldið í tænastunum, er farið av bakkastokkið í dag. Ein breitt umboðandi arbeiðsbólkur er farin til verka, sum skal orða ein tænastupolitikk, sum skal vera grundarlagið undir nýggju tænastulógina.
Forsorgarlógin, sum er ein av grundarsteinunum í okkara vælferðarskipan, hevur nóg ár á baki og er í mongum førum ótíðarhóskandi. Heldur enn at endurskoða lógina í síni heild, hava skiftandi landsstýrisfólk tikið partar burturúr lógini, og gjørt greiðar reglur á hesum økjum. Her kunnu nevnast reglur um hjálparráð, lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk og seinast lógin um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum varð gjørd í sambandi við, at kommunurnar hava yvirtikið hesar tænastur. Dagføringar eru somuleiðis gjørdar í mun til ásetingar um bústaðar- og virknistilboð.
Næsta stigið er at gera eina tænastulóg, sum skal betra um rættartrygdina hjá borgarum við serligum avbjóðingum og sum skal betra innihaldið í tænastunum til hesar borgarar.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur sett sær fyri at fáa orðað ein tænastupolitik, sum skal verða grundarsteinur undir nýggju tænastulógini.
Arbeiðsbólkur við umboðum úr Almannamálaráðnum, Almannaverkinum og fleiri fakfeløgum og áhugabólkum er settur og hevur havt sín fyrsta fund í morgun. Arbeiðsbólkurin skal gera tilmæli um ein føroyskan tænastupolitikk á almannaøkinum og skal verða liðugur við hetta arbeiðið í summar. Ætlanin er at nýggja tænastulógin verður løgd fyri Løgtingið í komandi tingsetu.