22.02.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Røðurnar hjá landsstýriskvinnuni

Røðurnar hjá landsstýriskvinnuni
1 / 16

Myndi: Bjarni Árting Rubeksen 

Í kvøld hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, á almennum tiltaki í konserthøllini Hátúni, Tórshavnar Musikkskúla, handað virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2022. Ì hesum sambandi helt hon røðu, bæði tá boðið varð vælkomin og tá tiltakið endaði.

Niðanfyri ber ti at lesa hesar røður:

Røður hjá landsstýriskvinnuni til handan av Mentanarvirðislønum landsins í Hátúni 22. februar 2023

Góðu tit øll!

Tað er mær ein stórur heiður vegna Føroya landsstýri at skula handa mentanarvirðislønir landsins á hesi samkomu í kvøld. Eg vóni, vit fáa eitt áhugavert og hugnaligt kvøld her í Hátúni, bæði vit, sum eru til staðar í høllini og øll tit mongu, sum fylgja við í Kringvarpi Føroya. Hjartaliga vælkomin øll somul!

Karmurin um virðislønarhandanina í ár er snotiliga konserthøllin í Tórshavnar Musikkskúla, Hátún, sum er navngivin eftir Ólav Hátún, sála, sum var ein sannur mentanarvarði, og sum gav okkum so mangar tónlistaligar løtur á høgum støði. Ólavur Hátún fekk sjálvur Heiðursgávu landsins fyri 2003, og tað kennist heitt og fjálgt at verða savnað í hesi høll í kvøld at handa nøkrum av okkara bestu lista- og mentafólkum virðislønir fyri 2022.

Endamálið við hesum tiltaki er at varpa ljós á listina og mentanina, og tann týdning hon hevur fyri okkum sum land og fólk. Vit heiðra tey, sum við sínum dugnasemi og áhaldni hava skapað verk ella lagt virksemið eftir seg, sum hevur týdning fyri samtíð og framtíð og fyri okkara mentanararv.

Í dagliga meldrinum geva vit okkum ikki altíð far um, hvussu nógv tað hevur at siga, at tað millum okkum eru fólk, sum velja listina og mentanina sum lívsleið. Geva sítt íkast til eitt innihaldsliga ríkari samfelag. Eitt kvøld sum í kvøld steðga vit á, njóta løtuna og heiðra nøkur av teimum, ið skapa verk og fremja virksemi, sum kemur okkum øllum til gagns.

Løtan er serliga góð í kvøld, tí vit kunnu kenna nærveruna og gleðina uttan at skula taka atlit at frástøðu og sóttarhaldi. Seinastu tvey árini hevur tiltakið ikki kunnað verið alment. Nú kunnu vit lukkutíð handa virðislønirnar uttan koronaavmarkingar.

Um tað er nakað, sum koronatíðin lærdi okkum, so er tað um týdningin av øllum tí, sum lista- og mentanarfólk skapa. Knappliga sluppu vit ikki at uppliva nakað. Ongar framsýningar og ongi tiltøk. Ongin nærvera - bert frástøða. Men skapandi sum mentafólkini eru, so tóku tey sum tey fyrstu stig til at geva okkum øllum upplivingar, sum eisini lyftu okkum øll upp úr koronadýpinum. Tónleikararnir skipaðu fyri koronaløtum, felagssangur var hildin og mangt mangt annað. Tit góvu okkum øllum tað besta, tit áttu og hjartans tøkk fyri tað. Okkum tørvaði tað í ríkiligt mát, og júst tá.

Nú eru bert tær natúrligu avmarkingarnar. Her passa umleið 300 fólk inn í Hátún, og tað er frálíkt, at so mong eru møtt í kvøld at vera saman um hesa hátíðarløtu. Sjálvur musikkskúlin er 2600 fermetrar tilsamans, og her ljómar av lívi og tónum dagliga. Tað er einastandandi, at høvuðsstaðurin í 2019 fekk so góðar karmar um tónleikin og tónleikaundirvísingina. Og at ein almenn konserthøll, Hátún, eisini er partur av skúlanum. Tað er frálíkt, at hetta tiltakið kann húsast her í kvøld, og takk fái Tórshavnar kommuna og Tórshavnar Musikkskúli fyri tað.

Seinastu dagarnar, vikurnar ella mánaðirnar hevur veðrið leikað í. Hóast tað, so síggjast longu nú fyrstu páskaliljurnar spretta upp úr moldini. Tær lúta ikki fyri veður og vind. Tær gleða við sínum litum og skapi  á hvørjum ári og geva okkum vón í sinnið. Soleiðis er við tykkum listafólkum. Hóast ofta truplar umstøður, so skapa tit - og gleða - og geva vón. Tit gevast ikki, men halda á. Tað dirvið og tað áræðið hátíðarhalda vit eisini í kvøld. Tykkara skapandi hendur tilevna tað, sum tykkara høvd, hjarta og sál eru full av. Til okkum at njóta. Ongin tøkk er nóg stór fyri tað.

Í kvøld fara vit sum nevnt at heiðra trý ymisk listafólk, vit fara at lurta eftir tónum og sangi hjá fleiri av okkara dugnaligu tónleikarum, og vit fara eisini at hoyra heiðursrøður fyri teimum, ið verða fagnað. So setið tykkum væl til rættis og gleðið tykkum til eitt gott kvøld.

Takk fyri!

Endarøðan:

Kæru tit øll!

Nú er henda kvøldseta at enda komin, og vit hava heiðrað tríggjar mætar listakvinnur. Tað er við takksemi og gleði, at eg havi borið teimum heiðurskvøðu, og nú standi her og skal taka samanum. Tí eg havi notið hvørja løtu, og eg gleðist um, at vit hava møguleika fyri at vísa okkara listafólkum tann heiður, tey hava uppiborið. Tit eru gull verd fyri okkum og millum teir bestu ambassadørar fyri okkara ríka land við so mongum evnaríkum fólkum, ikki minst á lista- og mentanarøkinum. Takk fái tit og drívið á at gera tað, tit duga so væl!

Vit hava heiðrað Hansinu Iversen, sum hevur givið okkum einastandandi myndir. Vit hava heiðrað Guðrið Poulsen, sum hevur givið okkum handverk og list á høgum støði. Og vit hava heiðrað Aldu Mohr Eyðunardóttur, sum longu hevur givið okkum nógv spennandi verk, og sum vónandi fær eina blíða og blómandi listaleið víðari í lívinum.

Myndirnar, litirnir, mynstrini, skapini og tilfarið eru so sermerkt fyri tykkum tríggjar, og tað er ein fragd at uppliva tykkara serstøku avrik. Blíðan byr verður ynskt tykkum øllum og enn eina ferð hjartaliga til lukku!

Eg vil fegin takka tónleikarunum fyri frálíkan tónleik og Eivør fyri yndisligan og hugtakandi sang. Tit vóru við til at gera kvøldið ógloymandi. Takk fyri frálíkar heiðursrøður og takk Kringvarp Føroya fyri at varpa handanina í útvarpi og sjónvarpi. Eg vil enn eina ferð takka Tórshavnar Musikkskúla og kommunu fyri at veita okkum hesar snotiligu karmar um tiltakið. Og øllum teimum, sum hava hjálpt til við tiltakinum.

Hjá mær er bert eftir at takka fyri kvøldið og hetta frálíka høvi at virðismeta nøkur av okkara framúrskarandi lista- og mentafólkum. Kvøldið minnir okkum á, at lívið hevur mong brigdi, og at listin og mentanin eru nøkur av teimum týdningarmiklu brigdum, sum gera, at lívið gerst fjølbroyttari og meira áhugavert at liva. Og tað minnir okkum á, at vit veruliga eiga at virðismeta tey, sum so ella so lata okkum trína inn í skapandi heimin og njóta listaverkini í øllum teirra mæti.

Takk fyri!